Silja aldudóttir

DESembur 2024

adventssøga í míni jólabók

Mín jólabók 2024 er komin, og hon er sum altíð full í hugnaligum og stuttligum søgum, myndum og ítrivum. Í ár hevur Silja skrivað adventssøguna, og Hans Jacob Østerø hevur myndprýtt.

Søgan eitur Jólataxa, og í fyrsta partinum møta vit Andrasi, sum er klárur til eitt hugnaligt filmskvøld við pápanum, meðan mamman fer til jólaborðhald. Men so verður alt ein ruðuleiki, tí tað vísir seg, at bæði foreldrini skulu til jólaborðhald júst hetta kvøldið. Kvøldið er spilt, og Andras skal við taxabili heim til ommuna og abban. Ein løgin, reyður taxabilur steðgar í túninum við einum øgiliga misteinkiligum sjaføri í reyðari sportdrakt og myrkum sólbrillum. Andras helt ikki, at hann trúði upp á jólamannin longur, men onkursvegna, so veit hann tað bara … hetta er jólamaðurin! Og púra rætt, jólamaðurin er farin í farloyvi og koyrir taxa í desembur. Andras skilir skjótt, at her er okkurt, sum als ikki ruggar rætt.

Les adventssøguna um tann ørasta og svakasta biltúrin í lívinum hjá Andrasi, har hann møtir skeldandi vættrum, verður jagstraður av politireinsdjórum og kanska avdúkar loyndarmálið hjá tí ójólaligasta jólamanninum nakrantíð.

novembur 2024

Tríggjar týðingar – og tann fjórða á veg

Heystið 2024 eru heilar tríggjar týðingar komnar av Ódjór.

Nýnorsku týðingini Udyret i tunnelen hevur eldsálin Lars Moa staðið fyri. Lars Moa hevur týtt fleiri føroyskar bøkur til nýnorskt. Tað er forlagið Orkana, sum gevur út, og tey valdu at geva bókini nýggja forvitnisliga permu og vignettir, sum listakvinnan Signe Torp hevur myndprýtt. 

Á svenskum eitur bókin Odjur, og tað er Anna Fohlin Mattsson, sum hevur týtt hana. Í løtuni er Anna einasti týðari, sum týðir úr føroyskum til svenskt. Forlagið Opal gevur bókina út, og tað er sama forlag, sum hevur útgivið kendu barnabøkurnar um Pettson og Findus.

Elukas eitur bókin á estiskum, og tað er týðarin og forleggjarin Andry Arro, sum gevur bókina út í Estlandi. Forlagið hjá honum Norður hevur útgivið fleiri føroyskar barnabøkur, eitt nú eftir Bárð Oskarsson og Dánial Hoydal.

Bárður Dal Christiansen hevur gjørt nýggju flottu permurnar á Odjur og Elukas.

Fjórða týðingin er nú í umbúna, og næstu ferð kemur bókin út í Týsklandi. Martin Schürholz týðir bókina til týskt. Martin hevur týtt allar krimiskaldsøgurnar hjá Steintóri Rasmussen til týskt.