Silja aldudóttir

 

Silja Aldudóttir (f. 1992) er rithøvundur og skrivar bøkur til børn og ung. Hon er uppvaksin í Keypmannahavn og Hoyvík og býr nú saman við manninum og tveimum børnum í Havn. Í 2022 gav hon sína fyrstu bók út, Ódjór, sum er ein ræðusøga til stór børn og gongur fyri seg í Havn. Silja skrivar javnan søgur í Míni jólabók og barnablaðnum STROK.

Frá hon var heilt ung, hevur Silja havt ein brennandi áhuga fyri bókmentum, og barnabøkur hava eitt heilt serligt pláss í hennara hjarta.

„Bøkurnar, vit lesa sum børn, goyma vit á einum heilt serligum stað inni í okkum, og tí gloyma vit ongantíð, hvussu ótrúligt tað er at uppliva góðar søgur.”

Silja hevur eina MA í føroyskum máli og bókmentum frá Fróðskaparsetri Føroya, og til dagligt arbeiðir hon sum ritstjóri á forlagnum Bókadeildini.

DESembur 2024

adventssøga í míni jólabók

Mín jólabók 2024 er komin, og hon er sum altíð full í hugnaligum og stuttligum søgum, myndum og ítrivum. Í ár hevur Silja skrivað adventssøguna, og Hans Jacob Østerø hevur myndprýtt.

Søgan eitur Jólataxa, og í fyrsta partinum møta vit Andrasi, sum er klárur til eitt hugnaligt filmskvøld við pápanum, meðan mamman fer til jólaborðhald. Men so verður alt ein ruðuleiki, tí tað vísir seg, at bæði foreldrini skulu til jólaborðhald júst hetta kvøldið. Kvøldið er spilt, og Andras skal við taxabili heim til ommuna og abban. Ein løgin, reyður taxabilur steðgar í túninum við einum øgiliga misteinkiligum sjaføri í reyðari sportdrakt og myrkum sólbrillum. Andras helt ikki, at hann trúði upp á jólamannin longur, men onkursvegna, so veit hann tað bara … hetta er jólamaðurin! Og púra rætt, jólamaðurin er farin í farloyvi og koyrir taxa í desembur. Andras skilir skjótt, at her er okkurt, sum als ikki ruggar rætt.

Les adventssøguna um tann ørasta og svakasta biltúrin í lívinum hjá Andrasi, har hann møtir skeldandi vættrum, verður jagstraður av politireinsdjórum og kanska avdúkar loyndarmálið hjá tí ójólaligasta jólamanninum nakrantíð.